Allir garðar í Sunda kommunu eru nú skrásettir í kort sum greitt vísir, hvør hevur ábyrgd at halda garðarnar í bygdunum í kommununi.
Tað er hegnsýnisnevndin saman við fólki í umsitingini og fyritøkuni Munin, sum hava staðið fyri arbeiðnum.
- Á kortinum sæst, hvar bøgarðarnir eru, og hvør eigur ábyrgdina at halda garðin. Linjurnar á kortinum eru í ymiskum litum, soleiðis at greitt er, hvar hegnskyldan skiftir eigara.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at skipanin er gjørd soleiðis, at hegnsýnið skrásetir við teldli, tá garður treingir til ábøtur, og hetta sær tekniska umsiting á teldutøka kortinum og fær síðan sent skriv út til viðkomandi.
- Vit fegnast um, at hetta megnar arbeiðið nú er komið undir land. Skrásetingin fer at lætta munandi um arbeiðið hjá hegnsýninum og gevur eisini borgarunum betri innlit í viðurskiftini, siga tey í kommununi.