Allir afturvaldir

Fótbóltur: Allir teir, sum stóðu fyri vali í FSF, vórðu afturvaldir

Einki annað uppskot til formann og nevndarlimir, enn tey, sum nevndin í FSF kom við komu fram á aðalfundinum í FSF.

Tað var sjón fyri søgn, at fundurin var sera væl nøgdur við formannin, og Torleif Sigurðsson varð afturvaldur sum formaður við lógvabrestum. Torleif hevur verið í nevndini hjá FSF síðani 1981, og hann hevur verið formaður síðani 1982.

At hann hevur stóran myndugleika og hevur gott hegni at manerera, var sjón fyri søgn á aðalfundinum.

Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfelt stóðu eisini fyri vali, og teir vórðu eisini afturvaldir við lógvabresti.