Formel 1
Á Indianapolis breytini fyrr í ár komu allir bilar, sum byrjaðu koyringina í má. Tá luttóku tó einans teir seks bilarnir, sum brúka Bridgestone dekk. Hetta var aðru ferð í allari formel 1 søguni. Á Monzabreytini sunnudagin byrjaðu 20 bilar, og allir sum ein komu á mál. Hetta hóast øll spáddu stórt mannfall á Monzabreytini, ið slítur motorarnar á formel 1 bilunum harðliga.
Montoya vann
Kolumbiumaðurin í McLaren-Mercedes Juan Pablo Montoya byrjaði av fyrstu byrjunarstøðu, og megnaði at halda spanska Renault koyraran Fernando Alonso aftan fyri seg alla koyringina,. Montoya tók sostatt sín annan sigur hetta kappingarárið. Alonso kom um málstrikuna beint í hølunum á honum.
Dekktrupulleikar aftur
Michelin dekkini fingu aftur á Monza ein óhepnan leiklut, við dekktrupulleikum á vinstra bakhjóli á báðum McLaren Mercedes bilunum. Dekktrupulleikar og eitt pittstopp at skifta vinstra bakdekk kostaðu Räikkönen í minsta lagið annað pláss, og møguliga eisini sigurin. Enn verri var, at hetta ivaleyst eisini avgjørdi slagið um heimsmeistaraheitið. Räikkönen endaði á fjórða plássi.
Montoya fekk somuleiðis trupulleikar við sínum vinstra bakdekki, hetta hendi við 4 umførum eftir, og kolumbiumaðurin stríddi seg á mál, men misti nógva tíð, so Alonso á øðrum plássi var beint í hølunum á honum um málstrikuna. Liðfelagin hjá Alonso, Giancarlo Fisichella tók triðja plássið á sigurskammlinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Michelin dekkini fáa ein óhepnan leiklut. Williams bilarnir, ið eisini brúka Michelin dekk, punkteraðu í seinastu koyring báðir á høgra bakdekki tvær ferð hvør og noyddust tí at gevast. Fyrr í ár valdu allir bilar við Michelin dekkum ikki at luttaka í amerikansku koyringini á Indianapolis, tí dekkini ikki vóru trygg. Hetta er sera óheppið fyri trúvirði hjá Michelin.
Ein gandaður finni
Kimi Räikkönen koyrdi sum ein meistari alt vikuskiftið, men um hann var gandaður, hevði tað ikki gingið verri. Trupulleikarnir byrjaðu áðrenn tíðarkoyringina. Enn einaferð sveik Mercedes motorurin hjá unga finnanum. Hann noyddist at skifta motor, hetta flutti hann tíggju byrjunarstøður aftur. Hann koyrdi skjótastu tíðina í tíðarkoyringini leygardagin, og byrjaði sostatt á ellinta plássi.
Í byrjanini slapp Jaques Villeneuve framvið Räikkönen, sum sjálvur fór framvið Ralf Schumacher. Fyri Räikkönen var hetta sera óheppið, tí í 14 umfør lá hann á ellinta plássi, uttan at sleppa framvið Villeneuve.
Tá Villeneuve fór í pitt at fáa sær bensin, varð Räikkönen verandi úti, hann var byrjaður við fullum tanga, og bíðaði heilt inntil 24. umfar við at fara í pitt. Hetta flutti hann heilt upp á annað pláss, áðrenn hann fór í pitt.
Hann fylti tangan aftur, og hetta var nóg mikið at koma í mál við. Hann hevði sostatt ætlanir um bara at hava eitt pittstopp, meðan allir hinir skuldu inn aftur. Tí var ein sigur ikki heilt ósannlíkur. Men á 28. umfari, byrjaði vinstra bakhjól á McLaren-Mercedesinum at skrædna. Räikkönen varð noyddur aftur í pitt, og kom út aftur á 11 plássi. Hetta kostaði ivaleyst sigurin og møguliga eisini heimsmeistaraheitið fyri koyrarar.
Ringur Ferrari dagur
Ferrari høvdu ringasta dag á heimabreytini í nógv ár, tá hvørgin bilurin megnaði at koma í stigini. Michael Schumacher var í skugganum av liðfelaganum Rubens Barrichello allan dagin. Barrichello tók sætta pláss frá Schumacher í byrjanini, og lá framman fyri týskaranum, heilt inntil eitt av hansara Bridgestone dekkum punkteraði. Hetta kostaði tíð, og Barrichello endaði tí á tólvta plássi, tvey pláss aftan fyri Michael Schumacher.
Eisini Jenson Button, sum byrjaði av triðja plássi, mundi kenna seg heldur skuffaðan, av bert at fáa eitt stig á áttanda plássi.
Toyota gjørdist ein av teimum meira jaligu upplivingunum, Liðið fekk fimta og sætta pláss, og vísti at Toyota megnar at kappast við tey stóru liðini.
Pizzonia avloysti Heidfeld
Triðji koyrarin hjá Williams Antonio Pizzonia, avloysti Nick Heidfeld hetta vikuskiftið og fekk tvey stig á sjeynda plássi. Heidfeld valdi í samráð við formel 1 læknarnar ikki at luttaka í koyringini, tí hann var so ringur av høvupínu.
Pínan var sera svár í fríggjakvøldið aftan á, at hann hevði royndarkoyrt, leygarmorgun var pínan enn ring. Heidfeld rendi á við nógvari ferð seinastu viku, tá hann royndarkoyrdi, og pínan stavar sambært f1.com ivaleyst frá hesum óhappi.
Pizzonia er royndar- og eykakoyarari hjá liðnum, og hann hevur fyrr verið dystin fús sum avloysari. Hann koyrdi fýra koyringar fyri Ralf Schumacher í fjør, tá hesin fekk brot á ryggin á Indianapolis breytini.
Heimsmeistaraheitið er mist
Heimsmeistarin í formel 1 2006 fer ikki at eita Michael Schumacher. Hetta kann staðfestast aftan á koyringina á Monza. Fernando Alonso hevur 48 stig fleiri enn Schumacher, og við einans fýra koyringum eftir er munurin ov stórur til, at Schumacher kann vinna. Eisini stríðið millum Alonso og Räikkönen er meira ella minnið avgjørt, við 27 stigum á muni, skal finnin vinna allar koyringarnar, meðan Alonso ikki má fáa meira enn 14 stig, tað er t.d. trý fimta pláss og eitt sjeynda pláss. So spaniumenn kunnu byrja at gleða seg. Tí longu um eina viku kann alt verða avgjørt, um Alonso fær fýra stig fleiri enn Räikkönen, er spaniumaðurin heimsmeistari.