Kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at ikki meira verður gjørt við málið um hendingina millum Ari Mohr Olsen hjá HB og Mayowa Oladele Alli hjá KÍ. Tað skrivar fsf.fo.
Les eisini: Eigur Alli reytt kort?
- Treytin fyri at taka mál upp fyri hendingar sum hesari er, at dómararnir ikki hava sæð hendingina, og at talan møguliga er um serliga grov brot. Kappingarnevndin hevur heimild at biðja Aganevndina taka mál upp, sum koma Kappingarnevndini til kunningar, skrivar Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini.
Les eisini: FSF tekur Alli-málið upp
Kappingarnevndin kann nýta videomyndir til slík mál, og tað hevur Kappingarnevndin eisini kunna feløgini um, áðrenn kappingarbyrjan í 2016. Tað var ikki tilfeldi undir farnu kappingarnevnd.
Les eisini: Ongin niðurstøða enn
- Eftir telefonsamrøður, videobrot og kjak í fjølmiðlunum, hevur Kappingarnevndin hugt nærri at málinum, og er samd um, ikki at gera meira við málið. Orsøkin til avgerðina er tann, at á videomyndunum eru ov nógv ivamál, og at myndirnar ikki týðiliga vísa, at talan er um serliga grovt brot, skrivar Róin Schrøter.