Teir báðir nýggju Fordarnir S-MAX og Galaxy hava nýliga fingið TÜV-sertifikat og besta karakter fyri allergitest í kabinuni. Sama heiður hava Ford Focus og Focus C-MAX eisini fingið.
Av tí at alt fleiri fólk líða av ovurviðkvæmi er tað vorði alt meira vanligt at nógvir ymiskir brúkslutir verða allergitestaðir, eisini bilar.
Øll kabinan verður testað fyri skaðilig evnir so sum trygdarbeltir, gólvmáttir, og annars alt plast-tilfarið inni í bilinum.
Hetta verður gjørt, fyri at fólk sum líða av ovurviðkvæmi kunnu verða trygg við at keypa ein slíkan bil, sum hevur fingið allergisertificat. TÜV er ein nógv vird týsk institutión, sum t.d. testar nógv ymisk ídnaðar- og forbrúkaraprodukt.