Rættarlæknar skulu nú kanna líkið av Salvador Allende, sum var forseti í Kili, til hann doyði undir einum hernaðaruppreistri ímóti honum í 1973. Líka síðani uppreisturin hava fleiri spurt, um herurin beindi fyri forsetanum, ella um hann gjørdi av við seg. Nú skal líkskoðanin so staðfesta, hvat veruliga hendi.
Tann almenna frágreiðingin er, at Allende skjeyt seg sjálvan við einari riflu, sum hann hevði fingið frá táverandi kubanska forsetanum Fidel Castro. Tey avvarandi hjá fyrrverandi forsetanum taka undir við hesari uppfatanini, men fleiri, teirra millum tíðindafólk, ivast.
Í januar gjørdi ríkisákærin av, at líkið av Salvador Allende skuldi kannast.