Tann ímillum Liverpool-fjepparar so væl dámdi Joe Allen er ikki longur at finna í felagnum. Hann hevur í eina tíð verið ávegis úr felagnum, og nú er skiftið vorðið alment.
Tað er Premier League-felagið Stoke, ið hevur tryggjað sær Joe Allen fyri upp ímóti 115 milliónir krónur. Hann og Stoke hava skrivað undir ein fimm ára sáttmála.
26 ára gamli Joe Allen er uppvaksin í Swansea, har hann spældi fram til 2012, tá ið hann skifti til Liverpool. Í Liverpool-troyggjuni fekk hann 91 dystir og fýra mál.