Allee Willis er deyð

Kvinnan, sum skrivaði tekstin til sangin, sum gjørdist temasangur í sjónvarpsrøðini friends, Allee Willis, er deyð.

Hon gjørdist 72 ár, sigur felagi hennara, Prudence Fenton, fyri miðlum.

Allee Willis skrivaði tekstin til I’ll be there for you, sum The Rembrants innspældu, og sangurin gjørdist temalag í Friends.

Tað sigtst, at sangurin varð liðugur 17. September 1994, eina viku innan frumsýningina av sjonvarpsrøðini.

Willis er eisini kend fyriat hava skrivað sangir til bólkin Earth, Wind and Fire. Hon fekk Grammy heiðursløn í 1985 fyri sín lut í ljóðsporinum til filmin “Frækkere end politiet tillader” við Eddie Murphy.

Willis fekk pláss í Songwriters Hall of Fame í 2018.