Fótbóltur
Sam Allardyce er enn venjari hjá Newcastle. Men hann er í løtuni stórfavorittur til at gerast næsti venjarin í Premier League, sum fær sekkin.
Í gjárkvøldið tapti Newcastle 2-0 móti Manchester City, og hetta var triða tapið á rað hjá felagnum. Allardyce varð annars av mongum mettur sum ein av heilt stóru venjarunum í Onglandi, eftir at hann miðvíst hevði bygt Bolton upp frá eini støðu sum elevatorlið til eina støðu beint undir enska toppinum. Og við teimum midlum, sum Newcastle hóast alt hevur, varð roknað við, at venjarin kundi gera eitt enn betri arbeiði her.
- Sjálvandi eri eg sum venjari í vanda eftir trý tap á rað. Vit skuldu ongan tíð havt tapt hendan dystin, og eisini skuldu vit fingið stig móti Chelsea herfyri. Men úrtøkan fyri teir tríggjar seinastu dystirnar er null, og tað økir sjálvandi um trýstið frá umheiminum, sigur Allardyce.
Komaandi mánaðin noyðist Newcastle hartil at vera Abdoulaye Faye, Habb Beye, Geremi og Obafemi Martins fyriuttan, tí hesir taka lut í Africans Nations. Men Mike Ashley, sum eigur felagið, hevur sagt, at Allardyce fær nakað av peningi at styrkja sær um hópin við.