Allardyce byrjaði væl

Sam Allardyce fekk eina framúr byrjan sum Blackburn-venjari, tá Stoke vitjaði seinnapartin. Heimaliðið vann 3-0. Benni McCarthy legði vertinar á odda tíðliga í dystinum, áðrenn Jason Robert økti um munin. Sami Benni McCarthy staðfesti tryggja sigurin eftir einum hálvum tíma.

Eisini Sunderland vann sær týðandi stig í botnstríðnum í dag. Á útivølli móti Hull City vunnu teir greitt 4-1. Málskjúttar hjá gestunum vóru Steed Malbranque, Kieran Richardson, Kenwyne Jones og Djibril Cissé. Einsamalla málið hjá Hull stóð Nick Barmby fyri.

 

Úrslitini í Premier League seinnapartin:

 

Blackburn Rovers ? Stoke City 3-0

Bolton Wanderers ? Portsmouth 2-1

Fulham ? Middlesbrough 3-0

Hull City ? Sunderland 1-4

 

West Ham og Aston Villa spæla í kvøld.