Region Hovedstaden í Danmark, sum millum annað umsitir ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, boðaði hósdagin frá, at orsakað av íkomnu koronustøðuni í Danmark verða allar viðgerðir útsettar í tríggjar vikur frá mánadegnum.
Talan er um allar viðgerðir, sum ikki eru lívsneyðugar ella akuttar, sigur læknafakligi samtaksstjórin í Region Hovedstaden, Dorthe Crüger.
Hetta ávirkar eisini teir føroysku sjúklingarnar, sum høvdu viðgerðir á skrá hesar komandi vikurnar, játtar Landssjúkrahúsið.
– At Region H útsetir planlagdar viðgerðir, ávirkar eisini føroyskar sjúklingar. Í løtuni ávirkar hetta átta sjúklingar. Teir hava fingið boð.
– Hetta er harmiligt og kemur sjálvandi dátt við hjá teimum. Onkur hevur frammanundan bíðað leingi eftir viðgerðini, sigur uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum.











