Allar upplýsingar um ferðina

Nú tað stundar ímóti páskum hava ferðaskrivstovurnar inntikið Torgið í SMS. Her fæst alt at vita um uttanlandsferðina frá fimm av ferðaskrivstovum okkara.

Áður var tað so, at fólk mangan brúktu páskadagarnar at taka støðu til, hvat tey skuldu fara um summarið.

Til tess at geva fólki góð ráð í hesum sambandi hava Atlantic Airways, Fonn Flog, Faroe Travel, 62N og Greengate tikið seg saman um eina framsýning í SMS í páskavikuni.

Á Torginum er í dag og fram til mikudagin høvi at vinna flogferðir. Umframt hetta eru fleiri pakkaferðir til sølu til ein serligan lágan prís. Einasta treytin í so máta er, at pakkaferðin verður keypt á torginum.

Sagt verður, at mikudagin kl. 16.00 verður drigið um flogferðir.