Allar tunlar í ein pott: 67 kr hvønn vegin

Ein samhaldsføst loysn fyri allar tunlarnar, har tað kostar 67 krónur at koyra hvønn vegin, lækkar prísin fyri Suðuroyartunnilin munandi, men avmarkar brúkaraágóðan

Í greiningararbeiðinum hjá Landsverki, sum varð lagt fram í gjár, hava tey eisini spælt sær við tankanum um, at allir undirsjóvartunlarnir fóru í ein pott við sama tunnilsgjaldi. Fyri at fíggja Suðuroyartunnilin eisini, so skuldi gjaldið fyri at koyra ígjøgnum hvønn tunnil verið 67 krónur hvønn vegin.

 

Tá er talan um ein samhaldsfasta loysn, har allir undirsjóvartunlarnir eru savnaðir undir einum móðurfelag (t.e. holdingfelag).

 

Í talvu 16 sæst, at um ferðslan í øllum tunlunum, harav bert Eysturoyar-, Sandoyar- og Suðuroyartunnilin enn hava lánsskuld, so var miðalbummgjaldið fyri allar tunlarnar 67 krónur hvønn vegin. Við øðrum orðum merkir hetta, at teir útgoldnu tunlarnir vóru við til at gjalda teir nýggju tunlarnar.

 

Landsverk vísir tó á, at økt brúkaragjald sum oftast er við til at avmarka brúkaraágóðan – serliga tá eitt brúkaragjald ikki rakar ítøkiliga brúkaran, ella tá ið brúkarin er prísviðkvæmur. Ein annar hugsaður møguleiki kundi tískil verið, at gjaldið fyri verandi tunlar var óbroytt og bert yvirskotið fíggjaði nýggju tunlarnar.

 

Trupulleikin við hesum er, at yvirskotið fyri Vága- og Norðoyatunnilin bert er umleið 7-8 mió. kr. árliga og hevði tí ikki gjørt nakran veruligan mun (Vágatunnilin 2019, Norðoyatunnilin, 2019).

 

– Ein partafelagsloysn er og verður ein politiskur spurningur. Kortini ber til at hyggja eftir, hvussu norðmenn gera. Har er skipanin tann, at móðurfelagið veitir øllum verkætlanum pant, men brúkaragjaldið fellir burtur, tá ið skuldin fyri ta einstøku verkætlanina er afturgoldin. Hetta hevði alt annað líka givið betri trygd og harvið betri fíggingarmøguleikar og treytir, skrivar Landsverk.

 

TALVA 16: YMISKAR TUNNILSSAMAN­ SETINGAR OG EINVEGIS FERÐAPRÍSIR Í MIÐAL, Í MIÓ. KR.

 

 

Tunnilssaman- setingar

 
 

Suðuroyar- tunnilin

 
 

Allir undir- sjóvartunlar

 
 

Daglig ferðsla

 
 

1.300

 
 

13.780

 
 

Fíggjartørvur

 
 

4.182

 
 

6.382

 
 

- Árligt lánsgjald

 
 

206

 
 

314

 
 

- Árligur rakstur

 
 

43

 
 

93

 
 

+ Rakstrarstuðul

 
 

76,5

 
 

76,5

 
 

Árligt inntøkukrav

 
 

172

 
 

330

 
 

Ferðaseðlaprísir

 
 

kr. 369

 
 

kr. 67