Klokkan 15.00 í dag fer fer stóra tónleikatiltakið, Voxbotn, av bakkastokki.
Henda seinnapartin, í kvøld og heilt til klokkan 03 í nátt fara føroyskir og útlendskir tónleikarar at undirhalda í Vágsbotni.
Fleiri kendir, útlendskir tónleikarar skulu framføra, og fyrireikararnir siga, at allir tónleikararnir, ið koma frá útlandinum, eru komnir til landið.
Ein av teimum heilt stóru stjørnunum, sum skulu framføra í kvøld, er kendi, danski rapparin, L.O.C. Hann kom til landið tíðliga seinnapartin í dag, og í kvøld klokkan 22.30 fer L.O.C. at undirhalda á stóra pallinum í Vágsbotni.
Fyrsti bólkur, ið framførir Voxbotn 2014, er Punjab, ið er mannaður við ungum, evnaríkum tónleikarum úr Havn.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri tónleikatiltakinum Voxbotn.