Talv
Nú er tann seinasta av teimum stóru stjørnunum kom í stóri Íshøllina í Bled, har telvað verður. Talan er um Peter Leko úr Ungarn, sum komandi ár, skal telva í hálvfinaluni um heimsmeistaraheitið móti Garry Kasparov. Í teimum báðu fyrru umførunum hevur væl umtókta Judith Polgar sitið á fyrsta borðið hjá Ungarn. Um borðið hjá henni er altíð riðil av fólkið, tí tað er ikki á hvørkjum degi, at tú sært kvinnur stríðast við menn á jøvnum føti í ítrótti. Judith Polgar er heimsins besti kvinnuligi telvari.










