Landsdystur
Eins og Allan Simonsen hevur gjørt tað, so hevur jugoslaviski starvsfelagið hansara, Dejan Savisevic, kunngjørt hópin, sum hann hevur valt sær til komandi landsliðsuppgávuna.
Teir báðir landsliðsvenjararnir hava annars tað til felags, at teir báðir eiga eina fortíð millum mætastu fótbóltsfeløgini í Europa, men annars er tað ikki tað heilt stóra, sum teir hava í felag.
Munur er á
Meðan Allan Simnosen við einum tveimum undantøkum noyðist at finna sær leikarar í føroyskum fótbólti og sekunderum útlendskum deildum, so eru tað í flestum førum stórfeløg runt í Europa, sum lata leikarar til jugoslaviska liðið.
Hópruin telur eina rúgvu av navnframum leikarum, sum í nógvum førum hava roynt at veri meistarar í nøkrum av sterkastu europeisku deildunum, eins og nakrir teirra eisini hava roynt seg á sigurspallinum, tá finaludystir hava verið leiktir í europeisku steypakappingunum fyri lið.
Tí er kanska ikki annað væntandi, enn at føroyska liðið fer at koma sær í eitt satt óløgi, tá farið verður á vøllin í Beograd, men hinvegin hevur føroyska liðið áður prógvað, at teir væl eru førir fyri at skapa eitt heiðurligt úrslit ? eisini tá tikist verður við nakrar av bestu leikarunum í okkara heimsparti.
hópurin
Sum sagt, so hevur Savicevic gjørt, hvørjir leikarar skulu manna hópin, og verða teir nevndir niðanfyri. Í klombrum er viðmerkt, hvørjum felag leikararnir spæla við í gerandisdegnum.
Málverjar eru I. Kralj úr PSV Eindhoven og R. Radakovic úr Partizan. Verjuleikarar eru Z. Mirkovic (Fenerbache), M. Obradovic (Lokomotiv Moskva), M. Dukic (Valencia), G. Dorovic (Deportivo), S. Mihajlovic (Lazio), D. Ognjanovic (Partizan), B. Dmitrovic (Grazer AK) og Gvozdenovic (Crvena Zvezda). Miðvallarar eru I. Tomic (Roma), D. Stankovic (Lazio), L. Drulovic (Benfica), P. Dordjevic (Olympiakos), S. Ilic (Partizan), N. Lazetic (Fenerbache) og R. Krivokapic (Vojvodina). Áleyparar eru S. Milosevic (Parma), P. Mijatovic (Fiorentina), M. Kezman (PSV Eindhoven), D. Kovacevic (Juventus) og M. Pjanovic (Crvena Zvezda).