Allar sluppu at spæla

TB-Dráttur 3-1 (25-17, 22-25, 25-21,25-18):

Fyri nøkrum vikum síðani hevði tað óivað verið meira spennandi at sæð ein dyst millum TB og Drátt, enn tað var leygardagin. Fyrst og fremst var orsøkin, at hesa ferð hevði dysturin púrt ongan týdning, tí TB longu hevði tryggjað sær finalupláss og Dráttur hvørki kundu fara ein ella annan veg av sínum fimta plássi.
Hevði TB sett nøsina upp eftir einum góðum fyrireikingardysti, nú tað stundar ímóti finalunum ímóti SÍ, so var heldur ikki tað stóra at heinta, tí eitt nú høvdu bæði Helga Nordendal og Herborg á Mýrini forfall og vóru ikki komnar suður við Drátti, sum tískil manglaði vanligu slagkraftina.
Í staðin gjørdist hetta ein dystur, har TB læt nógvar av teimum spælarunum sleppa framat, sum kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð á besta liðnum í vetur. Í tveimum av settunum byrjaði TB við sterkastu manning, men valdi at skifta út, tá leiðslan var blivin rímiliga stór, og annars vóru tað fyri tað nógva tær yngru, ið mannaðu liðið.
Dysturin stóð sum ein stórur kontrastur til tann vikuna frammanundan, tá Mjølnir var og vitjaði, tí hesa ferð var sera friðarligt í høllini, og sjálvt ikki spælararnir gjørdu tað stóra burturúr. Her var snøgt sagt ov lítið at spæla um, og tað merkti eisini sjálvan dystin.
TB hevði undan dystinum leygardagin vunnið 11 av 12 dystum síðani í november, teirra millum tveir ímóti SÍ, og hóast Dráttur fekk tikið eitt sett í Trongisvági sunnudagin, helt góða gongdin fram hjá TB, sum endar landskappingina tvey stig aftan fyri SÍ, men fýra stig framman fyri Fleyr.