Ferðsluóhapp Klokkan var farin av hálvgum tíggju týskvøldið, tá ið eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi í Byrgisbrekkuni í Søldarfirði. Tveir bilar koyrdu niðan móti Lambareiði, og tá ið tann fremri skuldi snara til vinstru inn á ein blindan veg, rendi hin aftari bilurin inn í síðuna á tí bilinum, tí ætlanin var at yvirhála. Ferðin var ikki nógv, tí bilarnir vóru júst komnir úr bygdum øki. Í tí aftara bilinum vóru tríggjar ungar gentur, 18, 17 og 16 ára gamlar. Bilførarin í aftara bilinum varnaðist ikki, at hin bilurin blinkaði til vinstru, og hon rendi inn í vinstru síðu á tí bilinum, og bilurin fór niðan av vegnum og rendi inn í helluna omanfyri. Allar skaddar Tær tríggjar genturnar fingu allar skaða og vórðu fluttar á Landssjúkrahúsið. Men áðrenn tað kom sløkkiliðið og skar eina av gentunum leysa. Bilførarin fekk skaða í knæið og sár , og hon hevði ilt í øllum kroppinum. Hon, sum sat undir liðini á henni, fekk ilt i nakkan og lærið. Gentan á baksetrinum fekk skeinu í pannuna og í kjálkan. Genturnar eru oast alt komnar væl frá óhappinum. Tvær sluppu heim í morgun, meðan tann triðja skal kannast eitt sindur nærri, upplýsir politiið í Runavík. Sambært politinum sat eingin av gentunum í trygdarbelti, og politiið sigur eisini, at skaðin hevði verið nógv minni, høvdu tær verið íbundnar. Tvey fólk vóru í hinum bilinum. Tey fingu einki mein.