Allar árar í sjógv

Leygardagin verða fyrstu tøkini tikin í tjóðarítróttini, sum bæði á landi og á sjónum ber boð um hásummar, spenn­ing og intensitet

 

Seinnapartin leygardagin verður fyrsti FM kappróðurin í 2009. Síðsta leygardag varð róð á Skálafjørðinum í sambandi við bygdarstevnuna á Strondum, men tað er einki at liggja omaná, at tað er ikki fyrr enn í fyrsta FM róðrinum, at tað rættiliga fer at fáast greiða á, hvussu manningarnar eru fyri.

Kappróðurin er tjóðarítróttin, og hóast eitt nú fótbólturin eigur fleiri luttakarar og so nógvar ferðir fleiri kappingar enn kappróðurin, so er tað serligur dámur og hýrur yvir tí, tá ið kappróður er á skránni.

Nú eru tað longu fleiri mánaðir síðani, at fyrstu bátarnir vóru at síggja venja á firðum og sundum, og at rógvararnir eru væl trimmaðir kemst eisini av, at tey eru nógv, sum venja í maskinum so at siga alt árið.

Síðsta leygardag var kappróðrarferðslan stór. Stórir lastbilar og smærri bilar við vogni hangandi uppií, sóust stevna ímóti Strondum og eftir loknan róður fara norður, suður, vestur og eystur eftir við kappróðrarbátum.

Í hesi vikuni verður trappað niður, bátarnir verða pussaðir og kelaðir, og leygardagin fæst so at síggja, hvussu manningarnar eru fyri.

 

Klaksvík er við aftur

Fyrsta FM kappingin verður á norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin. Í fjør mundi tað kennast rættuliga troystarleyst hjá klaksvíkingum, tí teirra bátar vóru so at siga ikki við í kappingini. Bátarnir stóðu í fína neystinum á Biskupsstøð, og íslettið hjá norðoyingum í kappróðurin vóru Árnfirðingur og Sundabáturin.

Sum tað leið út á summarið luttók Klaksvíkingur sum Havnarbáturin!

Nú er vent í holuni. Tað hevur gingið meiri enn illa at manna 10-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, men nú er Klaksvíkingur við aftur – við røttu litunum!. Hvíti báturin við reyðu stokkunum og bláu rimini er mannaður aftur, og setningurin er at endurtaka FM heitið og góðu útslitini, sum vórðu vunnin í 2006, tá ið Klaksvíkingur vann fýra róðrar.

Ta ferðina eydnaðist tað ikki Klaksvíkingi at vinna á norðoya­stevnu, sum Eysturoyingur vann so sannførandi. At klaksvíkingar stóðu seg betri í næstu róðrunum, enn teir høvdu gjørt í heimasjógvi mundi – umframt dygdunum hjá teimum umborð á Eysturoyingi – komast av, at teir ikki høvdu verið í bátinum fyrrenn kvøldið undan norðoyastevnu.

Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Helmingurin av teimum, sum fyri trimum árum síðani vóru við til at vinna FM við Klaksvíkingi, eru aftur umborð í ár, men tað verður ikki fyrrenn seinni í hesi vikuni, at teir allir fara at venja umborð á bátinum. Tað kemst av, at onkrir eru upptiknir av arbeiði og lestri uttanlands og ikki eru komnir til hús enn.

At teir ikki hava vant saman umborð á bátinum vil ikki siga tað sama sum, at venjingarstøðan er vánalig. Teir hava vant í maskinum og á annan hátt. Spurningurin er nú, hvussu hetta fer at rigga umborð á bátinum.

Níggju 10-mannafør eru meldað til kappróðurin í summar. Men millum róðraráhugað verður bara roknað við trimum kandidatum til FM heitið. Favorittarnir í Klaksvík leygardagin og á hinum seks FM stevnunum verða roknaðir at vera Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri, Eysturoyingur og Klaksvíkingur.

Millum 10-mannaførini, sum plaga at seta dám á kappingina, men sum ikki hava fyrireikað seg til nýggja kappingarárið á ein sovornan hátt, at tað kann roknast við, at tey fara at verða millum favorittarnar, eru Havnarbáturin, sum í fjør vann FM, og Vestmenningur. Vestmenningur er als ikki meldaður til FM kappingina í ár.