- Tey næstu árini skulu lønirnar hjá føroyingum ikki hækka eina einastu krónu.
So avgjørdur er Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Hann sigur, at fyri at fáa javnvág aftur í búskapin, kann tað yvirhøvur ikki koma upp á tal at hækka almennu útreiðslurnar eina tað einastu krónu tey næstu árini.
- Skal tað eydnast at fáa búskapin aftur á beint, verður neyðugt at seta gróthørð tiltøk í verk og tað allar minsta kravið verður, at tær almennu útreiðslurnar ikki hækka eina krónu, leggur hann afturat.
Og hann ger púra greitt, at tað merkir eisini, at heldur ikki lønirnar skulu hækka.
- Allar lønarhækkingar skulu strikast, eisini tær, sum longu eru avtalaðar í teimum ymsu sáttmálunum , sigur Anfinn Kallsberg.
Raka eisini privatar lønir
Men Anfinn Kallsberg heldur, at hetta skal ikki bara vera galdandi fyri starvsfólk hjá tí almenna.
- Fyri at skera javnt yvir ein kamb, skal tað vera so, at lønirnar í privatu vinnuni skulu heldur ikki hækka tey næstu árini, sjálvt um tað møguliga er avtalað í sáttmálum.
Formaðurin í fíggjarnevndini vónar, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum síggja álvaran í støðuni, føroyska samfelagið er í og at fakfeløgini sostatt sjálvboðin taka undir við, at allar lønarhækkingar verða strikaðar.
Sjálvur tekur hann undir við at politikararnir sjálvir ganga á odda og sjálvbodnir lata vera við at seta lønarhækkingar hjá landsstýrisfólkum og løgtingslimum í gildi.
Men vilja fakfeløgini ikki tað, er heldur sterki maðurin í fíggjarnevndini, at Løgtingið eigur ikki at himprast við at gera tað við lóg.
Hann sigur, at hetta merkir so eisini, at allar dagføringar, sum føra øktar útreiðslur við sær, skulu strikast.
- Tað kann rætt og slætt ikki koma upp á tal, at tær almennu útreiðslurnar hækka, sum støðan er nú, leggur hann afturat.
Annfinn Kallsberg er fullgreiður yvir, at hann nú verður skuldsettur fyri at leggja seg út í fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum.
Men eftir hansara tykki er støðan so álvarslig, at tað er hann til reiðar at taka tað við og hann heldur, at tað er neyðugt at seta okkurt slag av undantaksstøðu í gildi.
- Eg vænti, at fólk saktans klára at yvirliva hesa kreppuna við teirri løn tey longu hava. Sum støðan er nú, er tað neyðugt, at fólk vísa samhaldsfesti mótvegis hvørjum øðrum. Og tað er ongin meining í, at summir løntakarar skulu fáa lønarhækking, tí tað fer bara at føra við sær, at onnur verða arbeiðsleys, tí samanumtikið kemur tað als ikki upp á tal at útreiðslurnar skulu hækka, sigur Anfinn Kallsberg.
- Størsta uppgávan hjá okkum hesa næstu tíðina, verður at seta tiltøk í verk, sum leggja so fáar byrðar á fólk, sum gjørligt, leggur hann afturat.
Slakta heilagar kýr
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur áður víst á, at fyri at fáa javnvág aftur í búskapin, er tað alneyðugt at hyggja eftir øllum viðurskiftum og hann hevur nevnt, at tað er neyðugt at hyggja eftir fiskimannafráfráttinum, rentustuðlinum til sethúsaeigarar og tollfríari sølu.
Men tað skerst ikki burtur, at fiskimannafrádrátturin hevur verið ein heilag kúgv hjá Fólkaflokkinum og ta kúnna er flokkurin ikki til reiðar at slakta.
- Fólkaflokkurin góðtekur ikki, at fiskimannafrádrátturin verður skerdur, tí at skerja ein frádrátt hjá einum bólki, sum frammanundan er skerdur ein triðing í inntøku av tí at prísirnir eru lækkaðir og fiskiskapurin versnaður, er at leggja stein oman á byrðu og tað góðtaka vit ikki.
Hann sigur, at av tí sama, verður heldur ikki talan um at hækka skattir og avgjøld.
Tað er eisini ein hvørvisjón at tosa um tilfeingisgjald til eina vinnu, sum er á fallandi fóti og skal rentustuðulin rørast, er ein langtíðarætlan, tí vit kunnu ikki rykkja teppið undan teimum húskjum, at hava lagt sínar ætlanir út frá tí, at tey fáa rentustuðul.
Annars sær formaðurin í fíggjarnevndini ikki stórvegis møguleikar fyri at hækka inntøkurnar hjá landskassanum.
- Onkrir møguleikar eru, men talan er ikki um tær stóru inntøkurnar, leggur hann. Hann er ikki til reiðar at nevna, hvørjir møguleikar, hann hugsar um.
Annars dugir Anfinn Kallsberg ikki at síggja nakað skil í at taka meiri inn frá fólki, sum støðan er nú.
Men hann treytar sær eisini, at møguligar meirinntøkur til landskassan, skulu brúkast til at minka um hallið á fíggjarlógini.
- Møguligar meirinntøkur skulu undir ongum umstøðum brúkast til at økja um útreiðslurnar hjá landskassanum.
Hann sigur, at tí verður tað neyðugt at forða fyri øllum hækkingum í almennu útreiðslunum, til búskapurin aftur fer at veksa so at hallið kann fáast burtur tann vegin.