Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár hava allar kommunurnar í Suðuroy fingið hægri inntøkur av kommunuskatti, enn tær fingu níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Tað vísir ein uppgerð, sum TAKS hevur gjørt yvir gongdina í kommunuskattinum í ár, afturímóti í fjør.
Uppgerðin vísir, at níggju teir fyrstu mánaðirnar frá januar til september í fjør, fingu kommunurnar í Suðuroy tilsamans 89,609 milliónir inn í skatti, men í sama tíðarskeiði í ár var inntøkan av skatti 93.963 milliónir.
Sostatt eru inntøkurnar hjá suðuroyingum av kommunuskatti 4,354 milliónir hægri í ár enn tær vóru í fjør.
Tølini vísa eisini, at tað eru allar tær sjey kommunurnar í Suðuroy, sum hava fingið meiri inn í skatti í ár, aftur ímóti í fjør.
Upp á seg er størsti munurin í Fàmjin, har framgongdin var 12,2%, men í Hovi var framgongdin 11,20%.
Minsta framgongdin var í Sumba, har meirinntøkan er 2,02% størri í ár enn í fjør
Annars síggja tølini soleiðis út.
Í Hvalba er inntøkan av skatti higartil í ár, 13,352 milliónir, aftur ímóti 12,724, milliónum í fjør. Tað er ein framgongd upp á 4,94%.
Á Tvøroyri er inntøkan av skatti higarttil í ár 37,404 milliónir og í fjør 35,239 milliónir, tað er ein framgongd upp á 6,14%.
Í Fámjin hevur inntøkan av skatti higartil í ár verið 1,888 milliónir og níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør var hon 1,683 millión og sostatt er framgongdin í ár, 12,20%.
Í Hovi var talan um eina framgongd upp á 11,20%. Í ár hevur 2,526 milliónir higartil í ár og í fjør var hon 2,272 milliónir.
Í Porkeri er talan um eina framgongd upp á 4,7%. Har hevur inntøkan av skatti higartil í ár verið 6,279 milliónum, aftur ímóti 5.998 milliónum í fjør.
Í Vági hevur inntøkan av kommunuskatti verið 26,577 higartil í ár, afturímóti 25,875 milliónum í fjør, ella ein framgongd upp á 2,71%.
Og í Sumba var framgongdin 2,02%, tí higartil í ár eru komnar 5,937 milliónir inn í skatti, aftur ímóti 5,819 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Myndin er av nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri og ongin ivi er um, at tað hevur eina týðandi orsøk til framgongdina í Suðuroy.