Allar hurðar opnar fyri Fiskaaling

Rognaframleiðslan hjá Fiskaaling er 2. september góðkend sum verandi sjúkufrí

Rognaframleiðslan hjá Fiskaaling hevur 2. september fingið sína framleiðslu góðkenda sum verandi sjúkufría.

 

- Vit hava í fleiri ár - saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - fyrireikað eina umsókn til ES-myndugleikarnar um at fáa góðkent okkara rognaframleiðslu sum verandi sjúkufría. Tíðliga í vár var ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni settur við tí endamáli at avgreiða umsóknina til ES. 

 

Fiskaaling vísir á, at eftir drúgt arbeiði hjá arbeiðsbólkinum varð umsóknin send ES-myndugleikunum tann 6. juni 2014. Uttan at kunna samanbera við aðrar umsóknir, varð væntað, at viðgerðartíðin kundi vara alt frá seks til 18 mánaðir. 

 

- Fyri okkum hevur tað alstóran týdning frítt at kunna flyta rogn inn á evropeiska marknaðin. Í hesum sambandi hava vit gjørt royndir við framleiðslu av úrtíðarrognum við góðum úrsliti. Enn eru smávegis rættingar at gera í framleiðsluni, men fyribils niðurstøðurnar eru positivar.

 

Havandi í huga, sigur Fiskaaling, at samlaði marknaðurin av úrtíðarrognum er umleið 240 miljónir rogn árliga, er ikki óhugsandi, at felagið um fá ár kann framleiða umleið 10% av hesum tørvinum, svarandi til 24 miljónir rogn.

 

- Vit hava sum mál at ferfalda framleiðsluna innan trý ár - úr frá 15 til 60 miljónir rogn og harvið kunna veita føroysku alivinnuni øll tey rognini, sum vinnan hevur brúk fyri, umframt at útflyta umleið 24-25 miljónir rogn um árið. 

 

Lagt verður aftrat, at føroyska alivinnan í fleiri ár hevur havt betri úrslit enn kappingarneytarnir við eitt nú at brúka føroysk rogn og yngul frá Fiskaaling.

 

- Spennandi verður at síggja, hvussu føroysku rognini fara at standa seg á evropeiska marknaðinum, sigur Fiskaaling.

 

Við ES góðkenningini eru allar hurðar opnar fyri Fiskaaling.