Allar føroyskar kvinnur ganga IKKI í bindiklubba

- Tað eru 40 % av kvinnum millum 10 og 80 ár, sum ganga regluliga í bindiklubba. Og tær koma ikki bara saman fyri at slatra. Meiri enn helvtin hava stokkarnar við, sigur Annika Skaalum, sum hevur kannað hetta fyribrygdið.

- Hví eru so fáar føroyskar kvinnur í politikki? Hvat brúka tær ístaðin tíðina til?
Hesir báðir spurningar, sum vórðu settir fram í føroyskum blaði seinasta summar, festu seg hjá 46 ára gomlu Anniku Skaalum í Havn.
Hon kom beinanvegin at hugsa um teir mongu bindiklubbarnar kring landið. Og hon avgjørdi, at kanna hetta fyribrygdið nærri. Úrslitið gjørdist ein uppgáva í siðsøgu út frá lestri hennara á Setrinum.
Í uppgávuni ger hon m.a. upp við nógvar av mytunum, sum knýta seg at bindiklubbunum. Ein høvuðs "ákæra" er at kvinnurnar koma bara saman fyri at slatra og tosa ilt um onnur. Men hetta er langt frá veruleikin.
- Nei, kvinnurnar koma ikki saman bara fyri at spilla onnur út. Tað kann eingin bindiklubbi halda til. Tað má annað og meiri til, fyri at tær skulu tíma at koma saman soleiðis ár eftir ár, sigur Annika Skaalum.
Hon arbeiðir framvegis við uppgávuni, og ynskir tí framvegis at frætta frá øðrum kvinnum um sínar bindiklubbar. Serliga hjá teimum eldru, tí henda vitanin kann so skjótt hvørva.
Seinnapartin í gjár var hon í Tilhaldinum í Havn og greiddi frá um bindiklubbarnar, og í gjárkvøldið var hon í JINX í Havn við sama endamáli.

500 bindiklubbar kring landið
Í hesi uppgávuni ger hon upp við eina mytu aftrat. Sagt verður millum manna ? ella kanska serliga millum menn! - at ALLAR kvinnur ganga í onkrum bindiklubba. Men hetta er langt frá veruleikin.
Tað eru kanska eini 95 % av øllum kvinnum, sum hava verið í onkrum bindiklubba onkutíð í sínum lívi. Men kanningarnar hjá Anniku vísa, at tað bara eru 40 % av kvinnum millum 10 og 80 ár, sum ganga regluliga í bindiklubba.
-Fert tú at rokna uppá hetta, so er talan um einar 4.500 kvinnur íalt. Og eru tær í miðal 9 kvinnur í hvørjum teirra, so gevur hetta íalt 500 bindiklubbar kring landið.
-So at siga, at allar kvinnur ganga í bindiklubba, tað er ikki rætt, sigur Annika Skaalum avgjørd.
Tað sum kanska eisini er áhugavert í hesum viðfangi er, at Annika sjálv ikki gongur í nøkrum bindiklubba. Og sambært hennara kanningum er hon ikki nakar outsidari í so máta.
Tað vísir seg nevniliga, at eini 75 % av teimum spurdu kvinnunum í aldrinum 30 til 40 ár ganga í bindiklubba, men tá ein so fer 10 ár longur upp, er talið bráddliga minkað niður í 37 %. Hóast tað skal takast við fyrivarni, so vísir kanningin at sera fáar gentur í aldrinum 10 til 20 ganga í bindiklubba.
Tað er sjálvandi ilt at siga, hví hetta er so. Men hugsandi er, at 40 til 50 ára gamlar kvinnur ikki hava smábørn longur, og tí í ein ávísan mun eru troyttar at tosa um og hoyra tosið um smábørn, blæuskift og tílíkt.
-Eg havi ikki verið í bindiklubba tey seinastu fýra árini. Tað var sera stuttligt tá tað var, men í dag sakni eg tað ikki, sigur Annika.

80 ár í bindiklubba
Hinvegin so eru enn nógvar tilkomnar og eldri kvinnur, sum ikki kundu hugsað sær eitt lív uttan bindiklubbarnar.
Fleiri hava gingið í bindiklubba í 60 ár, og síggja hetta sum eitt gott høvi at koma út úr egnum bústaði og hitta javnaldrandi kvinnur. Annika er eisini vitandi um eina núlivandi kvinnu, sum er í 80?unum, og sum var við, tá bindiklubbarnir av álvara tóku seg upp her á landi.
Bindiklubbarnir tóku seg upp á stórplássunum í Føroyum í 1920?unum, og var hetta eitt hugskot, ið kom serliga úr Danmark. At byrja við vóru tað mest seymiklubbar, men við tíðini broyttist innihaldið og virkið til at gerast reinir bindiklubbar, soleiðis sum vit kenna teir í dag. Ein orsøkin til at tað broyttist til reinar bindiklubbar komst helst av, at kvinnurnar ynsktu at nýta tíðina til nakað skilagott. Og hví ikki koma saman við øðrum kvinnum til eina hugnaliga samveru, samstundis sum tú bindur pløgg til børnini?
Undir seinna veraldarbardaga kom rættiliga ferð á bindiklubbarnar, og nógvir teirra settu sær sum mál at binda til vælgerðandi endamál, m.a. Finnlandshjálpina og Noregshjálpina. Nógvir teirra halda enn trúfast á, og er nevnt, at ein hevur hildið á í samfull 62 ár, og at ein er í Hvalba sum enn er virkin 55 ár aftaná stovnsetingina.
Í uppgávuni vísir Annika Skaalum á, at ein av luttakarunum í hesum bindiklubbanum býr nú á eldrasambýli í oynni, men har eru starvsfólkini so beinasom at hjálpa til, so at hon eisini kann skipa fyri bindiklubba á sjálvum sambýlinum.
Í øðrum londum kenna tey eisini til bindiklubbar, men tá er tað ofta fyri at koma saman, tí tær ynskja at læra hetta handverkið. Nú hevur bindingin líkasum upplivað eina endurnýggjan, og so er spurningurin hvat framtíðin fer at bjóða.
Í dag verður jú javnan skipað fyri sonevndum Bindicafé?um og ein hevur eisini frætt úr Kollafirði, har helst tann einasti mannligi bindiklubburin finst. So spennandi verður at frætta, hvussu teir føroysku bindiklubbarnir síggja út um nøkur ár.
Neyvan man nakar ivi vera um, at teir eru komnir fyri at vera. Og teir koma at halda fram so leingi tað finnast kvinnur, stokkar og tógv!

Eitt mynstur og annað
Uppgávuna kallar Annika fyri "Føroyskt bindingarmynstur" og er endamálið at lýsa, hvussu bindiklubbarnir hava ment seg her á landi.
Júst hetta við mynstrinum hevur hon lagt stóran dent á, og hevur m.a. gjørt eina lýsing av, hvat tað eru fyri kvinnur sum soleiðis savnast ár eftir ár til hugna og binding. Eru tað átrúnaðarlig, politisk, samfelagslig ella onnur felags eyðkenni fyri hesar klubbarnar?
Kanningin vísir, at teir eru ópolitiskir, og verða stórt sæð ikki brúktir til politiskt tjak. Hinvegin svara nógvar kvinnur, at bindiklubbarnir eru sum ein eyka familja, har tað er gott at kunna tosa við javnaldrar og eru umleið helmingurin av kvinnunum vinkonur í tí dagliga.
Sagt verður eisini, at tað gevur teimum eitt tilknýti til hvørja aðra, tá tær hava fylgt við lívinum hjá hinum gjøgnum mong ár. Í hesum førum eru tað teir inniligu og teir intimu spurningarnar, sum størsti dentur verður lagdur á.