Allar Føroyar eiga at fáa lut í kolvetnisvinnuni

-Landsstýrið eigur at skipa so fyri, at allar Føroyar fáa lut í úrtøkuni og menningini av kolvetnisvinnuni, og hetta gerst einans við, at øllum landinum verður tryggjaður lutur í og umsiting av útgerðarvinnuni, longu tá leitingarskeiðið tekur seg upp og frameftir sigur meirilutin í Vinnunevndini í álitinum til útbjóðingarlóg. Hann ávarar eisini negativu móti avleiðingunum av eini oljuvinnu, bera vit okkum ikki rætt at frá byrjan

Jan Müller


Ein meiriluti í Vinnunevndini mælir tinginum til at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um 1. útbjóðing óbroytt. Um somu tíð mælir ein minniluti í nevndini, sum eru umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum til at gera ta broyting, at pláss verður gjørt fyri einum almennum føroyskum oljufelag (optión), har partur tess verður 1 til 5% av loyvinum. Umboðini fyri Javnaðarflokkin mæla so eisini til at broyta standardloyvið soleiðis, at har kemur at standa, at feløg, sum fáa loyvi, skulu lata virksemi sítt ganga út frá Suðuroynni.


Eiga at vera varug við vandar

Meirilutin í Vinnunevndini ger annars rættiliga nógv burtur úr tí ávirkan, sum ein møgulig oljuvinna kann fáa á føroyska samfelagið og sigur m.a.:

-Føroyingar hava altíð dugað væl at farið um sítt umhvørvi og hava burturav livað av náttúrunnar gávum úr bø, haga, firðum og havi. Fyri framman liggur ein møgulig oljuvinna, sum, um hon fær fótin fyri seg, fer at ávirka føroyska umhvørvið og samfelagið munandi búskaparliga, vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Vandi kann eisini verða fyri, at sosialu og mentanarligu broytingarnar skjótt kunna kollrenna føroysku bygdasamfeløgini eins og miðstaðarøkið. Neyv atlit eiga tí at verða tikin hesum

viðvíkjandi, so at føroyingar eisini frameftir fara at kenna seg væl í egnum landi við óspiltum umhvørvi, egnum máli og egnari mentan.

Henda nýggja vinnan fær ein enda og fer ikki á sama hátt sum fiskivinnan at halda lív í sær sjálvari við skynsamari stovnsrøkt. Hon er tí ein stór avbjóðing fyri eitt samfelag, sum í øldir

hevur livað av náttúrunnar gávum úr einum óspiltum umhvørvi.

Vandi er í hvørji vælferð. Leypa vit fram av og lata kolvetnisvinnuna og peningavaldið fara avstað við okkum, kann hetta kollrenna føroyska samfelagið, soleiðis at tað, tá ið ævintýrið er av, ikki er at kenna aftur sum fiskivinnusamfelag og kanska fær ilt við at fóta sær aftur sum slíkt sigur samgongumeirilutin í nevndini.

Hann heldur ananrs, at landsstýrið í síni umsiting eigur at leggja dent á, at kapping er millum oljufeløgini. Samstundis eiga vit at ansa eftir, hvørjar íløgur vit gera, soleiðis at hesar ikki verða burturspiltar í kapping millum økini.

Víðari verður víst á, at tað í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 sæst, at keyp av vørum og tænastum kosta landskassanum 550 mió. kr. árliga, og liggur dastið av hesi vinnu í miðstaðarøkinum. Sjálvsagt er, at júst hendan vinnan eisini fer at veita vørur og tænastur til oljuvinnuna uttan mun til, hvar í landinum vinnan setir seg niður verkliga.

-Landsstýrið eigur at skipa so fyri, at allar Føroyar fáa lut í úrtøkuni og menningini av kolvetnisvinnuni, og hetta gerst einans við, at øllum landinum verður tryggjaður lutur í og umsiting av útgerðarvinnuni, longu tá leitingarskeiðið tekur seg upp og frameftir sigur meirilutin og heldur fram:

-Tann tøkniliga menningin, ið stendst av hesi nýggju vinnu, eigur at koma føroyska framtíðarsamfelagnum til gagns til at byggja upp eitt vitanarstøði, ið nýtast kann í avleiddum vinnum frameftir, eins og áleggjast kann fremmanda kapitalinum at byggja út og framleiða mest møguligan part av síni útgerð í Føroyum.

Vit eiga somuleiðis at brúka neyðugan pening til gransking, vørumenning og annað mennandi arbeiði, ið kann vera við til at stuðla upp undir og skapa karmar um framtíðarrættaðar vinnur, ið eru vitanartungar og geva nógv avkast til føroyska samfelagið. Tað vil siga, at føroyska samfelagið (fólkið) er ført fyri at taka kappingina upp, tá oljan ikki er her meir.

Í álitinum frá Vinnunevndini, sum viðgjørdi uppskotið til løgtingslóg um kolvetninsvirksemi, verður upplýst, at oljufeløgini, ið hendan nevndin hevði vitjað, mæltu frá at seta teimum ov nógvar treytir, tí tað kom av sær sjálvum. Harafturímóti vóru stórtingslimir í Noregi ikki í iva um, at rætt er at seta treytir, sum innan rímilig mørk kunnu stýra kolvetnisvirkseminum út á so stóran part av landinum sum møguligt og samstundis kunna ansa eftir, at nýggja virksemið ikki kollrennir annað virksemi.

Ein samd vinnunevnd mælir tí til, at landsstýrið í øllum avgerðum sínum frameftir tekur neyðug fyrilit, grundaði á omanfyri standandi viðmerkingar, og at infrastruktururin verður skipaður soleiðis, at virksemið av oljuvinnuni kemur at gagna øllum landinum.

Vinnunevndin heldur eisini, at landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum uppskoti um, hvussu fíggjarliga avkastið av oljuvinnuni verður umsitið.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið óbroytt.


Alment oljufelag og útgerðarhavn

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen, Henrik Old og Katrin D. Jakobsen) tekur undir við uppskotinum, men mælir Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at tað verður álagt landsstýrismanninum at tryggja, at eitt møguligt framtíðar alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum.

Samsvarandi hesum setir hesin minnilutin fram soljóðandi broytingaruppskot: ?Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta sær, at eitt møguligt alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum (optión), sum er millum 1 og 5%.?

Ein annar minniluti í nevndini (Henrik Old og Katrin D. Jakobsen) mælir harumframt Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at tað í standardloyvinum verður ásett, at virksemið hjá loyvishavaranum í Føroyum skal ganga úr Suðuroy. Hann sigur m.a.:

-Undir 1. viðgerð boðaði framsøgumaður Javnaðarfloksins frá, at hann ikki kundi góðtaka, at vinnan einsamøll skuldi taka avgerðina um útgerðarstøðir, tí henda avgerð fær stórar samfelagsligar avleiðingar. Framsøgumaðurin boðaði samstundis frá, at minnilutin vildi gera tað, sum var neyðugt til tess, at henda avgerð gjørdist politisk.

Ein ávís miðsavnan av virksemi og her serstakliga innan umsiting og tænastuvinnu hevur altíð verið og fer altíð at verða. Men til tíðir er henda miðsavnan virknari enn vanligt, og seinastu 20 árini hevur hon rættiliga tikið dik á seg.

Nú alt meira verður tikið upp og mett út frá marknaðarbúskaparligum treytum, so tykist tað vera munandi torførari at grundgeva fyri at leggja vinnuvirksemi, almenna umsiting og tænastuvinnur í útjaðaranum. Hetta er bara ein av nógvu veruleikunum í gongdini seinastu árini.

Minnilutin hevur fyri drúgvari tíð síðan ásannað, at gongdin, sum nú er, um ikki alt ov langa tíð, verður trupul fyri ikki at siga ógjørlig at venda. Fólkatalið í ávísum økjum er í stórari

minking, stórt burðarhall er, og ungdómurin vendir ikki aftur eftir lokna útbúgving.

Skal henda gongd vendast, so er neyðugt, at hesi øki umframt vanligt virksemi eisini fáa arbeiðspláss, sum krevja ymiskar førleikar. Førleikar, sum eisini útjaðaraungdómurin hevur

nomið sær, men har arbeiðsplássini, ið seta hesi førleikakrøv, í løtini eru heldur sparsom í útjaðarum. Stóri vøksturin innan almenna umsiting seinastu árini hevur so dyggiliga undirstrikað hetta.

Minnilutin tekur hesar trupulleikar í størsta álvara, og heldur hann, at tað eigur at verða tikin ein politisk avgerð um, hvar framtíðar oljuvirksemið skal liggja. Hetta eigur ikki at verða latið upp í hendurnar á útlendskum kapitali at gera av, tí avgerðin hevur í sera stóran mun samfelagsligar avleiðingar, alt eftir hvar henda vinna fær sína høvuðsmiðstøð.

Samsvarandi hesum setir hesin minnilutin fram broytingaruppskotum, at ?Leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal ganga úr Suðuroy?.