Allar eru tendraðar

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist Drátti at vinna eina steypafinalu í kvinnuflogbólti, og leikararnir vóru sum vera man ovurfegnir. Eftir dystin fingu vit orðið á Sólgerð Henriksen hjá Drátti. Hon helt, at alir leikararnir vóru klárir til dystin henda dagin.
- Hetta var heilt fantastiskt. Allir leikararnir eru virkiliga klárir á vøllinum í dag, og eg haldi, at allar stríðast um hvønn bólt, tí vinna vit dystin. Spælið hjá okkum gongir eisini rættiliga væl, móttøkurnar eru góðar, og tá verður so nógv lættari at spæla. Tað hevur eisini ótrúliga nógv at siga, at vit megna at koma aftur. Vit eru aftanfyri bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum koma vit aftur, og tað er ótrúliga væl kempað.
Sólgerð helt tó eisini, at rutinan hevði nakað at siga í dystinum leygardagin.
- Vit hava roynt at verið í steypafinaluni tríggjar ferðir fyrr, og eg haldi, at vit dugdu betri at standa ímóti trýstinum í dag. Vit hava royndirnar, og í dag komu tær okkum til góðar. Vit koma eisini aftur, og hetta vísir, at viljin hjá okkum var til staðar í dag, segði ein stórsmílandi Sólgerð Henriksen eftir dystin.