Allar deildir hjá Føroya Bank stongdar

Ætlanin var at hava opið í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu, men eisini tær báðar deildirnar hjá Føroya Banka eru stongdar. Bráðfengis tænasta er umvegis telefon Tá klokkan gjørdist 09:30 í morgun vóru hurðarnar hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu báðar framvegis stongdar.

Ætlanin var, at hesar báðar deildirnar skuldu hava opið undir verkfallinum, men í lýsing í útvarpinum í morgun boðaði Føroya Banki og Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum frá, at eisini hesar deildir eru stongdar. Tað merkir, at ongi viðskiftafólk fáa beinleiðis atgongd til bankan.

Viðskiftafólk, ið hava tørv á bráðfeingis tænastu, kunnu seta seg í samband við Føroya Banka ígjøgnum 311350.

Um tað er óttin fyri forðing frammanfyri dyrnar hjá bankanum, sum hevur fingið leiðsluna at stongja allar deildir, hevur ikki borið til at fingið nakra viðmerking til.

Loypandi kunning um arbeiðsósemjuna fæst á www.foroya.fo og www.industry.fo.