Allar danskar floghavnir opnar allan dag

Donsku myndugleikarnir hava gjørt av, at allar floghavnir í landinum eru opnar til klokkan tvey í nátt. Samstundis siga veðurmenninir, at øskuskýggið rekur burtur frá Evropa. Upprunaliga vóru tær donsku floghavnirnar opnar til klokkan 10 fyrrapartin, men í morgun boðaði Naviair frá, at allar floghavnirnar eru opnar til klokkan tvey í nátt.

Floghavnirnar í Thisted og Aalborg vóru ikki opnar í morgun, men tær lata upp klokkan 10.

Danska veðurtænastan sigur, at øskuskýggið rekur burtur frá evropeiska meginlandinum út yvir Norðuratlantshavið, har tað hvørvur so líðandi.