Allar damurnar í Havn kenna meg

Eg geri alt fyri at vinna. Má eg stinga onkran í ryggin, so geri eg tað, 100%, sigur Teitur Skoubo.

Allar damurnar í Havn kenna meg, sigur Teitur Olsen, sum næstu vikurnar verður at síggja í Paradise Hotel á TV3.

 

Hann hevur seinastu mánaðirnar verið í Meksiko, har upptøkurnar til Paradise Hotel hava verið. 27. februar verður fyrsti parturin vístur í TV3.

 

- Eg eri føroyingur, so mær dámar væl at fiska – men tað er bara eftir konufólki, sigur sjarmørurin.

 

Heimasíðan hjá TV3 hevur lagt eina samrøðu við 23 ára gamla havnamannin á heimasíðu sína.

 

Í videobrotinum tosar hann um at vera føroyingur og um, hvat slag av konufólki honum dámar. Hann ivast eitt sindur í, um tað týdningarmesta er, at hon hevur flotta reyv ella eina góða persónligheit.

- Tað er stuttligt at vit hava okkara egna mál, so onnur ikki skilja, hvat eg og vinirnir tosa um í býnum, sigur hann.

 

Teitur Skoubo sigur, at Paradise Hotel er eitt spæl, har tú mást vera klárur alla tíðina. Tú mást alla tíðina ansa tær og ansa eftir, hvat tú sigur, tí annars verður tú sendur heim.

- Eg geri alt fyri at vinna. Má eg stinga onkran í ryggin, so geri eg tað, 100%. Eg eri ísakaldur og traðki gjarna á hini. Annars ætli eg mær at njóta tað, vera eg sjálvur og geva alt í veitslunum, sigur hann.

 

Síggj videobrotið her.