Fleiri skeinkistøð valdu longu í gjár at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og steingja tær næstu tvær vikurnar. Hesi fevna um: Hvonn, Luux, Cleopatra, Jomfrúbakkan og Essabarr.
Men hendan avgerðin var ikki líka løtt fyri øll skeinkistøðini, tí fleiri høvdu onga støðu tikið í gjár. Hesi støðini vóru Glitnir, Irish Pub, Bassalt, Basecamp og Sirkus, og hesi skeinkistøðini hava funnist hvassliga at tilmælinum frá myndugleikunum, sum tey meta vera ógreitt. Men nú er avgerð í øllum førum tikin um at steingja dyrnar klokkan 22.
Glitnir og Irish Pub eru undir sama taki og hava sama eigara, og bæði støðini steingja klokkan 22.
– Vit halda okkkum til tilráðingarnar, sum eru komnar frá myndugleikunum. Men vit høvdu dámt betur, um tað var lógargivið, sigur Hans Andreassen í stuttari viðmerking í kvøld.
Sirkus hevur eisini gjørt av at steingja tíðliga.
– Vit lata aftur kl 22 í kvøld. Hugnið tykkum heima og farið væl um hvønn annan, skrivar Sirkus á facebooksíðu síni.
Bassalt og Loca eru eisini undir sama taki og sama eigara, og tey hava valt at steingja alt virksemið hetta vikuskiftið.
– Vit í Bassalt og Loca hava gjørt av at fylgja tilmælinum hja Løgmanni, so vit fara at hava stongt komandi vikuskiftið, og vit koma ei heldur at servera mat í Loca hetta vikuskiftið, sigur Bassalt.
Basecamp og Taboo steingja eisini.
– Vit hava gjørt av at fylgja ráðnum frá myndugleikunum. Tí læsa vit fyri fyrst í tvær vikur. Vónandi er hetta skjótt farið forbíð og síggjast vit aftur skjótt, siga tey úr Basecamp og Taboo.
Eitt skeinkistað hevur tó valt at gera eitt sindur øðrvísi. Tað er Tórshøll. Har verður í øllum førum opið til á midnátt í kvøld, og tá verður støða tikin til, hvussu tað verður seinni í nátt og eisini í morgin. Hans J. Garðalíð, sum eigur og rekur Tórshøll sigur soleiðis:
– Eg havi verið til arbeiðis í Tórshøll síðan klokkan 7 í morgun, og her hava í mesta lagi verið eini fimm fólk inni. Fyri løtu síðan vóru bara tvey, sigur hann.
– Býurin er og verður skralltómur í kvøld. Tí havi eg ikki følt meg tvunginan til at taka nakra støðu, tá einki fólk er úti. Men verður tað nakað vilt, og nógv fólk koma, so steingi eg, sigur Hans J. Garðalíð.
LES EISINI: Skeinkistøð finnast at tilmælinum um at steingja klokkan 22