Landsliðsprát
Undan leygardegnum tóktist Allan Simonsen sannførdur um, at tað fór at ganga hansara monnum væl betri, enn tað gjørdi í Sveis í oktober í fjør.
Avtalurnar ímillum venjaran og spælararnar vóru fleiri. Ein var, at tað skuldi tippast í borðunum. Tað gekk upp á stás. Ein onnur var, at tað skuldi ansast eftir, at miðverjarnir ikki vórðu drignir frá sínum økjum. Fyrstu løtuna varð Hans Fróði Hansen onkra ferðina drigin út í høgra borð, og so royndi mótstøðumaðurin at snara hann av sær, men tað kom einki burturúr tí, og sum dysturin leið varð verjan alt betri skipað.
Ein onnur avtala var, at miðverjarnir skuldu ansa sær sera væl fyri taklingum, sum kundu hava brotsspørk og fríspørk dygst uttanvert brotsteigin við sær. Tað eydnaðist til fulnar.
? Eg kann ikki seta fingurin á nakað í verjupartinum. Sveisararnir høvdu bara ein málmøguleika. Eg haldi ikki, at spælararnir kunnu sleppa undan, at mótstøðumenninir fáa ein møguleika. At teir so fingu mál burturúr hesum eina møguleikanum er sera harmuligt. Tað høvdu spælararnir hjá okkum ikki uppiborið eftir frálíka avrikið, helt Allan Simonsen.
Men tað kostaði í framrættaða spælinum?
? Tað vóru fáir møguleikar. Teir høvdu ein, og vit høvdu ongan upplagdan. Vit høvdu ilt við at flyta spælið fram á teirra hálvu, og tað gjørdist ongantíð skipað frammarlaga á vøllinum. Men fyrstu løtuna høvdu vit okkurt innlegg, sum næstan bar opnan møguleika við sær.
Hugsaði tú um, at tað kanska var møguleiki fyri at fáa øll stigini?
? Eg hevði verið sera væl nøgdur, um vit høvdu megnað javnleikin, sum eg haldi, at vit høvdu uppiborið. Vit høvdu trupulleikar við at eksplodera frammi á vøllinum. Tí setti eg Jón Róa Jacobsen inn. Fremstu menninir hjá okkum høvdu gjørt eitt stórt arbeiði, og Jón Rói er skjótur. Tá teir høvdu skorað, settu vit eisini Helga L. Petersen inn. Hann er eisini skjótur. Tað var hugaligt at síggja, at teir báðir vóru óimponeraðir. Men tíverri megnaðu vit ikki at venda gongdini.
Tú heldur ikki, at tú vart ov seinur at skifta út?
? Tað er altíð ein metingarspurningur. Liðið tóktist vera í javnvág, og eg haldi ikki, at málið, sum teir fingu, hevði nakað við útskiftingar ella ikki útskiftingar at gera. Vit mugu enn eina ferð staðfesta, at marginalirnir, sum vóru sera smáir, vóru ikki á okkara síðu, tíverri. Men avrikið eigur at geva mót og dirvi til at halda fram.