Allar atkvøðurnar eru kunngjørdar

Tilber at síggja hvør atkvøddi fyri hvørjum til ársins leikara, ársins venjara o.s.fr.

Í gjár vórðu ársins leikarar og hópin av øðrum heiðrum handaðir á árliga tiltakinum, sum Miðlahúsið og FSF skipa fyri. Fótbóltstiltakið var í Perluni og varð sent beinleiðis á Rás2.


Eins og vanligt er, so eru allar atkvøðurnar hjá venjarum, liðskiparum og miðlafólki vorðnar almannakunngjørdar. Tær eru nevniliga at síggja í Sosialinum, sum er komin út í dag.


Har sæst m.a., at landliðsvenjarin, Lars Olsen, valdi Odmar Færø sum ársins leikara. Samanumtikið atkvøddi hann rættiliga nógv øðrvísi enn hini 30, sum greiddu atkvøðu.