Fríggjadagin skipaði Miðlahúsið í samstarv við FSF fyri árliga “Ársins spælari” tiltakinum. Í Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag, ber til at síggja hvør atkvøddi fyri hvørjum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Tað eru liðskiparar, venjarar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Í fjør valdi Miðlahúsið at kunngera atkvøðurnar fyri almenninginum. Hetta fyri at fá størri gjøgnumskygni og greiðu á hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum.
Sosialurin kann keypast í øllum vanligum sølustøðum kring landið.
Hesi blivu heiðraði á tiltakinum:
Ársins málverjar:
Randi S. Wardum, KÍ
Teitur M. Gestsson, HB
Ársins verjuspælarar:
Malena Josephsen, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Ársins miðvallarar:
Fríðrún Danielsen, EB/Streymur-Skála
Lukasz Cieslewicz, B36
Ársins áleyparar:
Heidi Sevdal, HB
Adeshina Lawal, B36
Ársins ungu spælarar:
Milja Simonsen, HB
Bárður J. Hansen, Víkingur
Ársins venjarar:
Alexander Djordjevic, KÍ
Sámal Erik ”Bagge” Hentze, B36
Ársins dómarar:
Elsa Andreassen
Lars Muller
Fari Play:
B36
Ársins spælarar:
Heidi Sevdal, HB
Lukasz Cieslewicz, B36









