Allar ársroyndir á Glasi avlýstar hesa vikuna

Leiðslan á Glasi hevur saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum endurskoðað ætlanirnar um at halda ársroyndirnar í verandi koronustøðu.

Og avgjørt er nú, at avlýsa allar ársroyndir í vikuni. Tað merkir frá í morgin til og við fríggjadagin 28. mai, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari, í fráboðan til næmingarnar í kvøld.

 

Vit meta aftur um støðuna viðvíkjandi ársroyndunum seinast í vikuni og senda tá eina kunning út, um ársroyndirnar verða meira ávirkaðar.

 

– Hendan avgerðin merkir sostatt at ongar ársroyndir verða í morgin og restina av hesi vikuni.

 

– Og tað broytir ikki avgerðina um, at endaligar próvtøkur verða gjøgnumførdar sum ætlað, tað vil siga at tær verða, og næmingar, ið hava endaligar próvtøkur í morgin og frameftir, skulu møta til tær, sigur rektarin.

 

Hann sigur eisini, at avgerðin er tikin av trygdarávum og mett verður, at rætt er at niðurraðfesta ársroyndirnar orsakað av koronustøðuni, ið er komin í, við munandi øktari smittu.