Fyrrverandi fótbóltsspælarin og føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Allan Simonsen, er veruliga komin í andglettin, eftir at hann byrja at dansa í sendingini Vild Med Dans á danska TV2.
Hóast meiningarnar hava verið rættiliga ymiskar, hvørt fyrrverandi fótbóltsspaælrin hevur klárað seg væl á dansigólvinum seinastu vikurnar ella ikki, hevur hann megnað at dansað seg til semifinaluna, sum er í kvøld.
Danska TV2 og aðrir fjølmiðlar gera rættiliga nógv burturúr, at Allan Simonsen og dansipartnarin, Sofie Kruuse, eru komin so langt í kappingini í undirhaldssendingini, sum endar næsta fríggjakvøld.
Á heimasíðuni hjá TV2 skriva tey í dag, at Allan Simonsen kennir eitt stórt trýst á sær, nú hann skal dansa í semifinaluni í kvøld.
- Hetta hevur verið ein strævin vika. Eg byrji at kenna meg troyttan. Tí hevur vikan verið eitt sindur strævin, av tí at eg ikki havi verið mentalt klárur til onkrar av okkara venjingum hesa vikuna. tað er bæði dansurin og eisini alt tað, sum hendir rundan um meg, sum eg byrji at merkja nú, sigur Allan Simonsen við TV2.