Allan skal aftur fáa toftamenn í form

Betri deildin menn: Tað verður aftur Allan Tungá, sum skal fáa toftamenn í form

Mynd: (B68/Facebook) Ian D. Jacobsen, formaður í B68, og Allan Tungá

Á Toftum fyrireika teg seg til komandi kappingarár. Jákup á Borg hevur gjørt trý ára sáttmála og nú hevur hann tryggjað sær kropsliga venjaran, Allan Tungá. Hann hevur eisini verið í B68 í ár, og teir báðir hava arbeitt saman í B36.

 

- Tað er ikki bert á leikarasíðuni at vit leingja og gera nýggjar sáttmálar. Dámligi og nærlagdi fysiski venjarin hjá okkum í ár Allan Tungá hevur longt sátmálan, so eisini hann verður reyður í 2023. Allan hevur nú í nøkur ár verið fysiskur venjari, og eru vit á Toftum sera fegin um, at Allan framhaldandi kemur at vera í felagnum og styrkja okkara ungu harrar, skrivar B68.

 

- Eg havi verið glaður fyri tíðina í B68. Her er ein rúgva av spennandi ungum spælarum, sum eru sera góðir at arbeiða við. At síggja menningina hjá spælarunum, samstundis sum at síggja framgongdina hjá felagnum ger, at hetta er eitt so sera spennandi projekt, sum eg fegin vil verða partur av, sigur Allan Tungá.

 

B68 hevur fingið tilgongd av Alex Mellemgaard úr B36, og tað ljóðar at Ragnar Samuelsen kemur sama veg. Bolt.fo skrivar, at Aidan Liu ikki heldur fram í felagnum.

 

Mynd: (B68/Facebook) Ian D. Jacobsen, formaður í B68, og Allan Tungá