Allan Skaalum, sum hevur røkt stjórastarvið á Arbeiðsloysisskipanini síðani desember 1997, fer í annað starv frá 1. januar 2000. Hann hevur tí boðað stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini frá, at hann sigur seg úr starvi við gildi frá ársenda 1999.
Arbeiðsloysisskipanin fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra.
Allan Skaalum hevur hesi tvey árini saman við starvsfólkunum loyst mong trupul mál, samstundis sum starvsfólkaútreiðslurnar eru minkaðar við 25% frá 1997 til 1998.
Arbeiðsloysisskipanin er í dag ein væl virkandi og væl rikin stovnur. Stýrið takkar fyri gott samstarv. Vit harmast, at Allan Skaalum fer, og ynskja honum góða eydnu í nýggja starvinum.
Á nýggjárinum byrjar Allan Skaalum í starvi sum stjóri hjá Repro-Z, sum er eitt virki í Havn, sum ger prentlutir