Allan skúmaði móti vánaliga ítróttarandanum

Venjarin hjá føroyingunum sigur seg ongantíð hava upplivað so vánaligan ítróttaranda, sum tann kekkarnir sýndu, tá teir skoraðu einasta málið

Allan Simonsen er ein hampuligur maður. Hann plagar ikki at vera tann, sum so at siga skrúvar høvdið av og uttan at leggja bond á seg sjálvan letur tað, sum kanska bylgist í honum, koma út til almenningin. Men sunnudagin var hann ikki so blíður, sum hann plagar at vera. Bæði akkurát tá Kekkia hevði so at siga stolið seg til sigursmálið, og eisini tá venjarin hitti pressuna.

Tá Vladimir Smicer stóð leysur og hevði køllað bóltin innum Jákup Mikkelsen, fleyg Allan Simonsen upp av beinkinum, snúði sær móti kekkunum og vendi tummulin niður.

Og á tíðindafundinum fjaldi føroyski venjarin, sum royndi at vera høviskur, ikki yvir, hvat hann helt um hetta:

? Tað eru næstan fjøruti ár síðani, at eg fór at spæla fótbólt, og í fimtan ár spældi eg á hægsta støði. Eg havi ongantíð áður, heldur ikki í Spania, har tú kanst rokna við eitt sindur av hvørjum, upplivað, at eitt lið hevur sýnt so vánaligan ítróttaranda, tá ein maður hevur ligið skaddur á vøllinum, sum kekkarnir sýndu í dag, staðfesti venjarin á eingilskum máli, eftir at hann hevði takkað kekkiska hjálparvenjaranum, sum sat undir liðini á honum, fyri dystin.

? UEFA og FIFA og fótbóltssambondini tosa og skriva um fair play, men tað sóu vit lítið til í hesum førinum. Kekkarnir eru yrkisspælarar, og fyri teir snýr tað seg bara um at vinna. Tað ger tað altíð fyri yrkisspælarar, men eg má viðganga, at handa mátan havi eg ikki upplivað áður, staðfesti venjarin, sum samstundis ásannaði, at hansara spælarar næstan høvdu verið naivt væl hugsandi um mótstøðumenninar, og tískil í hesum førinum ikki vóru so avgjørdir í verjupartinum, sum teir áttu at verið.

Venjarin hevur aftur og aftur sagt, at tíðin nærkast, tá Føroyar fara at taka stig frá onkrum av teimum stóru, og hann var harmur, ja næstan knústur av, at tað ikki eydnaðist hesa ferð. Hann rósti spælarunum fyri til punkt og prikkar at hava fylgt upplegginum, sum hann var komin við frammanundan, og hann vildi ikki draga nakran einstakan framum, tí talan var um eitt liðavrik:

? Jákup Mikkelsen fekk bara eina ferð í 2. hálvleiki høvi til at vísa, at hann er ein málverji á høgum støði, og tað sigur okkum, at vit megnaðu at halda teimum burtur frá upplagdum møguleikum. Tað hevði verið ein sensatión, um vit høvdu tikið stig frá teimum, men nú verður hetta skjótt gloymt. Hagtølini siga, at Kekkia vann 1-0, og tað fer at standa eftir og ikki mátin, teir vunnu uppá.

? Vit eru allir í smildri, og tað skal nógv orka nýtast til at fáa okkum burturúr hesum vónbrotinum. Men vit skulu víðari. Fyribils mugu vit staðfesta, at eydnan hevur ikki verið við okkum hesar báðar seinastu ferðirnar. Vóru vit hepnir, so høvdu vit fýra stig ella kanska seks, men nú hava vit einki, staðfesti venjarin.


Kríggj millum umklæðingarhølini

Allan Simonsen vísti kurteisni og heilsaði uppá kekkisku umboðini, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt, men tað skerst ikki burtur, at talan var um eitt sindur av stríðið millum legurnar báðar longu undan dystarbyrjan.

Reglarnir siga, at dómarin skal fáa dómaraseðilin ein tíma fyri dystarbyrjan, men finski fjórði dómarin noyddist at brúka drúgva tíð, áðrenn hann fekk útfylta seðilin út úr føroyska umklæðingarrúminum, og kekkarnir í sínum lagi vildu ikki út við, hvussu teirra lið sá út, fyrrenn føroyingarnir vóru komnir við teirra liði.

Hetta bar alt við sær, at í staðin fyri at fáa liðini ein tíma fyri dystarbyrjan, so fekk pressan ikki hendur á listanum, sum tíðindafólkini á Svangaskarði og altjóða tíðindastovurnar í Keypmannahavn bíðaðu eftir, fyrrenn ein lítlan hálvan tíma undan fyrsta bríkslinum.