Ítróttarsamband Føroya hevur heiðrað landsliðsvenjaran hjá A-landsliðnum í fótbólti, Allan Simonsen, við gullnálini.
Hesin heiður verður latin Allani Simonsen fyri landsliðsarbeiðið og menningina av fótbóltinum annars.
Í hesum døgum eru tað júst sjey ár síðani vit gjørdu veruliga vart við okkum í fótbólti, og sigurin á Eysturríki ekkóaði kring allan heim.
Og 24. august vóru tað 9 ár síðani Føroyar spældu sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Hesin dysturin var móti Íslandi, og varð spældur á Akranesi.
Síðani tá hava føroyingar spælt 50 altjóða skrásettar dystir, og tá Kekkia var á Svangaskarði 6. september kundi hesin rundi dagurin haldast.
Í hesum sambandi heiðraði Ítróttarsamband Føroya Allan Simonsen við gullnálini, sum verður latin fyri landsliðsarbeiðið og menningina av fótbóltinum annars.
Allan Simonsen hevur staðið á odda fyri føroyska liðnum 24 tær seinastu ferðirnar, og ÍSF heldur, at hann við sínum drúgvu royndum sum fótbóltsspælari hevur hann givið okkara spælarum nakað at byggja víðari á.
Tí hevur ÍSF valt at geva Allani gullnálina, sum eina staðfesting av tí avriki, sum landsliðið og øll rundan um tað hava latið úr hondum.