Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld millum liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram og liðið hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA.
Fram var betra liðið í fyrra hálvleiki og var á odda 15-9 í steðginum, men í seinna hálvleiki var KA greitt omaná og vann at enda dystin 26-24.
Vilhelm Poulsen skoraði fimm mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði eitt mál fyri Fram í kvøld. Allan Norðberg skoraði seks mál fyri KA í kvøld.
Fram hevur 14 stig á níggjunda plássi og hevur fýra stig upp til sera týðandi áttanda plássið har Afturelding hevur 18 stig. KA hevur 19 stig á sætta plássi.
Átta tey fremstu liðini fara víðari til meistaraskaps-endaspælið.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu 32-29 á Afturelding á útivølli. ÍBV var á odda 16-14 í steðginum. Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í kvøld.
Leygarkvøldið spælir Fram torføran útidyst móti Vali.
Sunnudagin tekur KA móti Afturelding á heimavølli. ÍBV tekur sama dag móti Haukum á heimavølli.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | V | J | T | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Haukar | 18 | 13 | 3 | 2 | 29 | |
2 | FH | 17 | 12 | 2 | 3 | 26 | |
3 | Valur | 18 | 12 | 2 | 4 | 26 | |
4 | ÍBV | 17 | 11 | 2 | 4 | 24 | |
5 | Selfoss | 18 | 9 | 2 | 7 | 20 | |
6 | KA | 18 | 9 | 1 | 8 | 19 | |
7 | Stjarnan | 17 | 8 | 2 | 7 | 18 | |
8 | Afturelding | 18 | 6 | 6 | 6 | 18 | |
9 | Fram | 18 | 6 | 2 | 10 | 14 | |
10 | Grótta | 17 | 4 | 3 | 10 | 11 | |
11 | HK | 18 | 1 | 2 | 15 | 4 | |
12 | Víkingur | 18 | 1 | 1 | 16 | 3 |