Allan og Nicholas eru úti av Europa Cup kappingini

KA vann fyrra dystin móti eysturríkska liðnum, Aon Fivers, men tapti samanlagt

Liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell, KA av Akureyri í Íslandi er úti av Europa Cup kappingini.

 

Ígjár vann KA 30-29 (12-15) á eysturríkska liðnum, Aon Fivers í tí fyrra dystinum.

 

Í dag var Aon Fivers tó omaná. Eysturíkska liðið vann seinna dystin 30-26, og vann harvið samanlagt 59-56, og fer víðari í kappingini. 

 

Í steðginum var Aon Fivers á odda 17-12. 

 

Allan Norðberg skoraði trý mál uppá fimm málroyndir, og Nicholas Satchwell bjargaði fýra av 21 málroyndum ta løtuna hann var á vøllinum.

 

KA má nú fokusera uppá heimligu kappingina. 

 

Komandi hóskvøld hevur KA heimadyst móti Stjørnuni í bestu íslendsku deildini.