Vikuskiftini 23. og 24. mars, og 30. og 31. mars skulu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spæla fjórðingsfinalur í European Cup móti rumenska liðnum, Steua Bukarest.
Fyrra fjórðingsfinalan verður leikt í Bukarest, og seinna fjórðingsfinalan verður leikt í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.
Fjórðingsfinalulutakastið:
Olympiacos - Krka
Ferencváros – Tatran Presov
Steaua Bukarest - Valur
Minaur Baia Mare – Bregenz
Um Valur megnar at vinna seg í hálvfinalurnar møta teir vinnaranum av uppgerðini millum Minaur Baia Mare og Bregenz.
Spennandi verður at fylgja Allani og liðfeløgunum í fjórðingsfinalunum.











