Allan og liðfelagarnir eru næstfremst í Íslandi

Valur vann triðja dystin á rað

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu hóskvøldið dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Í Kópavogi eydnaðist tað Vali at vinna trivaligan 33-24 sigur á HK. Valur legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum var liðið úr Reykjavík á odda 18-9. 

 

Allan skoraði tvey mál í dystinum. 

 

Talan var um triðja sigurin á rað hjá Vali. Allan og liðfelagarnir eru næstfremst í deildini við 14 stigum. Haukar eru fremst við 16 stigum. 

 

Leygardagin 22. november hevur Valur dyst á heimavølli móti ÍBV.