Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti skulu royna seg í European Cup komandi vikuskiftið.
Bæði Valur og ÍBV hava - eins og mansliðini hjá H71 og VÍF - valt at spæla báðar dystirnar á heimavøllinum hjá mótstøðuliðnum. Tað er fíggjarligi fyrimunurin, ið spælir enn í øllum fýra førunum.
Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali ferðast til Estlands fyri at spæla tveir dystir móti Polva Serviti.
Fyrri dysturin verður leiktur komandi leygardag klokkan 17. Seinni dysturin verður leiktur dagin eftir, sunnudagin klokkan 17. Seinni dysturin er tekniskt heimadysturin hjá Vali.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV ferðast til Luksemborg fyri at spæla tveir dystir móti Differdange.
Fyrri dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá ÍBV verður spældur komandi leygardag klokkan 16.30. Seinni dysturin verður leiktur dagin eftir, sunnukvøldið klokkan 18.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir H71 fyrra dystin móti kroatiska liðnum, Trogir niðri í Kroatia.
Tveir dagar seinni, komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 møtast liðini aftur í tí sum tekniskt er heimadysturin hjá H71.
Komandi leygardag klokkan 18 spælir VÍF fyrra dystin í Luksemborg móti Esch.
Dagin eftir, sunnudagin klokkan 18 spæla liðini aftur í tí sum tekniskt er heimadysturin hjá VÍF.
So komandi vikuskiftið spæla bæði Vestmanna (VÍF) og Vestmannaoyggjarnar (ÍBV) dyst í Luksemborg. Tað er neyvan hent áður.