Allan Norðberg var offur fyri harðligum verjuspæli

Formaðurin í dómaranevndini, Kristján Gaukur Kristjánsson heldur, at føroyski landsliðsleikarin var offur fyri ov harðligum verjuspæli

Mynd: handbolti.is

Stóri íslendski hondbóltsmiðilin handbolti.is hevur í dag eina sera dramatiska mynd, har føroyski landsliðsleikarin hjá KA, Allan Norðberg var offur fyri harðligum verjuspæli, tá KA vann 38-25 á ÍR á heimavølli ígjár.

 

Myndirnar sýna Úlf Gunnar Kjartansson hjá ÍR taka ræðuliga ógvusliga og harðliga í Allan Norðberg undir dystinum millum KA og ÍR ígjár. 

 

- Eg tulki hesar myndirnar sum eitt grovt brot, og eg ætli mær at hyggja eftir upptøkunum fyri at nærkanna tað. Eg havi heitt á dómararnar um at fylgja væl við, at slík brot ikki vera framd. Hetta sigur formaðurin fyri dómaranevndina hjá íslendska hondbóltssambandinum, Kristján Gaukur Kristjánsson. Íslendska hondbóltssambandið sær uppá slíkt vandamikið verjuspæl við álvarsomum eygum, verður sligið fast. 

 

HER  sæst ein myndarøð hjá handbolti.is, ið vísir tilburðin á Akureyri ígjár. 

 

 

 

 

 

Mynd: handbolti.is