Allan Norðberg skoraði níggju mál fyri KA í kvøld

Føroyingaliðið á Akureyri vann triðja dystin á rað

Mynd: Vísir

Mynd: Vísir

Allan Norðberg vísti stórspæl og skoraði heili níggju mál fyri føroyingaliðið, KA sum vann greiðan 31-22 sigur á Víkingi á útivølli í kvøld. Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál og Nicholas Satchwell bjargaði átta málroyndum hjá Víkingi.

 

Tað lá serliga væl fyri hjá KA í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru akureyringarnir á odda 16-6.

 

KA er í góðari gongd, og hava teir nú vunnið tríggjar dystir á rað og eru at finna á sera týðandi áttanda plássinum, ið gevur pláss í endaspælinum.

 

Dánjal Ragnarsson sat uttanfyri við einum lítlum skaða tá liðfelagarnir hjá honum í ÍBV tókum móti Stjørnuni. Stjørnan vann greitt 31-20. Í fyrra hálvleiki var ÍBV væl við. Í steðginum var Stjarnan bert á odda 12-11, men seinna hálvleik vann útiliðið greitt 19-9.

 

Vetrarsteðgur er nú til fyrst í februar, og tvey av trimum føroyingaliðum eru millum átta tey fremstu liðini. Fram er tó bert tvey stig frá áttanda plássinum.

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
FH13365:32620
Haukar13388:35320
Stjarnan13387:36918
Valur12343:30918
ÍBV13387:38617
Selfoss13342:33515
Afturelding13371:36512
KA13367:37512
Fram12339:34310
Grótta12314:3267
Víkingur13293:3692
HK12318:3581

 

 

 

Mynd: Vísir

Mynd: Vísir