Poul Andrias Joensen hevur fingið farloyvi frá bygdarráðnum í Leirvík. Tá meirilutin í bygdarráðnum í Leirvík samtykti at flyta tunnilsvegin niðan um bygdina, boðaði Poul Andrias Joensen frá, at hann ætlaði sær úr bygdarráðnum.
Nú hevur hann fingið farloyvi frá bygdarráðnum, og í hansara stað er Allan Norðgerð komin í bygdarráðið. Farloyvið er galdandi frá 2. apríl til 17. september.
Í Leirvík var bara ein listi á kommunuvalinum í 2004, og Allan Norðgerð var næst valdur eftir tey, sum nú manna bygdarráðið, skrivar heimasíðan hjá Leirvíkar kommunu.