Terji Nielsen
Sunnudagin var hann við sínum tveimum málum við til at søkka KÍ. Í kvøld fer hann at royna at forða fyri, at bróðurin Kurt skal ganga upp til løgmann at taka ímóti Løgmanssteypinum.
Roknar við jøvnum dysti
Allan sigur, at finalan í kvøld og dysturin sunnudagin als ikki kunnu samanberast. Fólk rokna við, at vit fara at vinna, men tað verður ikki lætt. KÍ-leikararnir høvdu allir ein stak vánaligan dag sunnudagin, og tað er heilt vist, at teir verða øgiliga uppsettir til at vinna dystin í kvøld. Haraftrat er ein finala nakað heilt serligt, og tað er jú bert tann eini dysturin.
Vunnið tvær ferðir við KÍ
Allan Mørkøre hevur tvær ferðir vunnið Løgmanssteypið við KÍ. Fyrru ferðina var í 1990, tá ið klaksvíkingar eyðmýktu GÍ og vunnu 6-1. Tað ferðina skeyt Allan eitt av málunum hjá KÍ. Seinnu ferðina var í 1994, tá ið KÍ vann 2-1 á B71.
Droymdi um at møta KÍ í finaluni
Síðani kappingin um Løgmanssteypið byrjaði í ár, hevur Allan droymt um, at hann og HB fóru at koma í finaluna og hitta KÍ. Hann hugsar ikki um, at tað er barndómsfelagið, ið hann spæla ímóti.
Allan gleðir seg altíð til at hitta askoðararnar hjá KÍ, og eru teir við til at gera hann enn meira uppsettan.
Vónar at pápin ikki kemur til Havnar
Ein skuldi trúð, at Allan vónaði, at pápin fór at leita sær til Havnar til dyst í kvøld, men so er ikki. Orsøkin er, at pápin, Helgi, hevur sæð tvær av finalunum um Løgmanssteypið, sum KÍ hevur tikið lut í. Báðar ferðirnar hevur KÍ verið omaná. Tá KÍ tapti finaluna ímóti HB í 1992, var Helgi ikki millum áskoðararnar.