Allan misti vitið

Skurðviðgerð er neyðug hjá B36-spælaranum Allani Mørkøre, sum breyt nøsina eftir ógvusligan samanstoyt við HB-málmannin í Formuladystinum í gjár

Fótbóltur

Størsti dramatikkurin í dystinum millum HB og B36 í Gundadali í gjár var stutt fyri hálvleikssteðgin. Hetta hendi, tá ið HB-málmaðurin, Marcin Dawid, jarðlegði ein blankan Allan Mørkøre, sum brádliga fekk risa-møguleika, tá HB-verjuspælari mistók seg.

Minnist ikki
Dómarin metti uttan iva, at talan var um hendiligan samanbrest, men kykmyndirnar á portal.fo vísa, at Allan Mørkøre varð at kalla jarðlagdur, tá ið Marcin Dawid í fullari ferð kom ímóti í eini roynd at verja málið.
Allan fekk skot á bóltin, men bólturin fór fram við málinum, meðan Allan sjálvur varð liggjandi eftir ógvusliga samanstoytin við HB-málmannin.
- Eg síggi, at Rasmus letur bóltin fara, og so renni eg inn um verjuna. Eg veit, at eg fái skot á, men so minnist eg ikki meira. Eg veit bara, at tá eg rakni við, liggi eg á vøllinum.
Soleiðis sigur Allan Mørkøre sjálvur um hendingina, sum sendi hann á Landssjúkrahúsið við brotnari nøs.

Slapp væl
At byrja við bóru læknarnir ótta fyri, at kjálkabeinið eisini var brotið, men somikið ógvusligur var skaðin kortini ikki. Og tí ber kanska til at siga, at spælarin hóast alt slapp væl frá dygga brestinum í andlitið.
- Eg skal undir skurð í morgin, so nøsin kann setast upp á pláss. Hvussu leingi tað heldur meg burtur frá fótbóltinum, veit eg ikki. Men talan verður so heilt víst um einar tríggjar ella fýra vikur, sigur Allan Mørkøre.