Allan Mørkøre skal venja B71

Niðurflytararnir úr B71 hava fingið nýggjan venjara. Talan er um Allan Mørkøre, sum í gjárkvøldið skrivaði sáttmála við felagið.

 

40 ára gamli Allan Mørkøre hevur seinastu tíðina roynt seg sum venjari í HB (1.deild), B36, AB og FC Hoyvík, men skal hann nú Sandoyar at royna at flyta felagið upp aftur í bestu deildina.

 

- Tað er neyðugt fyri eitt felag, sum B71, at fáa sítt egna fólk í gongd, og tað er tað mann kemur at liva av í framtíðini, og eg síggi ljóst uppá tað og mær dámar eisini væl at arbeiða við ungum fólki, sigur Allan Mørkøre við sandportal.fo.

 

Tað verður B71-legendan, Eli Hentze, sum skal virka sum hjálparvenjari hjá Allani.