Í SportBoxini, sum er sending á Rás2 fríggjadagin frá klokkan 10 til 12, verður millum annað Allan Mørkøre gestur. Fyrrverandi landsliðshetjan kemur at hugleiða um yrkisleiðina sum fótbóltsspælari, minnilig landsliðsavrik og um føroyskan fótbólt anno 2017.
Klaksvíkingurin, sum skoraði í Parkini móti Danmark sum 18 ára gamal, heldur millum annað at tað er løgið, at so fá lið í bestu deildini í Føroyum tora at spæla fótbólt, heldur enn at leggja so stóran dent á at verja. Hann heldur eisini, at feløgini skulu tora betri at brúka ungu spælararnar, men hann hevur eisini eina meining um hví tað er blivið, sum tað er.
Í fyrra tímanum koma umboð frá Bragdinum at greiða frá Tórshavnar Marathon, sum hevur fingið ein altjóða dám. Eisini vitjar landsliðsspælarar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum í næstum skal spæla EM undankapping móti Grikkalandi og Finnlandi.
Eisini verður tosað við Jóan Símun Edmundsson. Hansara kappingarár er komið at enda, eftir at OB ikki kláraði at vinna seg víðari til Europa. Hann hevur somuleiðis leikbann til landsdystin móti Sveis á Tórsvølli.
Høvuðsvinningurin í SportBoxini í juni er gávukort frá Atlantic Airways á 3000 krónur. Teir fimm vinnarirnir, sum vinna smærri vinningarnar í juni mánaða eru við í dráttinum um hetta gávukort. Til ber eisini at luttaka í sendingini við at senda spurningar ella viðmerkingar til 559999. Sms kappingin verður kunngjørt í sendingini og á Facebook síðuni “SportBoxin”.